- USA og Iran hava seinastu tveir dagarnar havt "sera góðar og produktivar samrøður..."
Soleiðis skrivar amerikanski forsetin, Donald Trump, á sínum sosiala miðli, Truth Social.
Hetta er orsøkin til, sigur hann, at hann ikki fer at leypa á orkuverk í Iran teir næstu fimm dagarnar.
Sunnunáttina segði amerkanki forsetin annars, at USA fór at leypa á iransk orkuverk, um Iran ikki læt Hormussundið uppaftur innan 48 tímar.
- Eg fegnist um at boða frá, at USA og Iran seinastu tveir dagarnar hava havt sera góðar og produktivar samrøður um eina fullkomna loysn á fíggindaskapinum í Miðeystri.
Soleiðis skrivar Donald Trump á Truth Social.
##med2##
- Bygt á tónan og djúpgangandi konstruktivar samrøður, sum fara at halda fram gjøgnum vikuna, havi eg biðið verjumálaráðið um at útseta øll hernaðarlig átøk móti iranskum orkuverkum og undirstøðukervi, knýtt at orkuveitingum.
Forsetin sigur, at steðgurin fyribils verður í fimm dagar, treytað av, at framhaldandi fundirnir og samrøðurnar við Iran fara at eydnast.












