Tunesiskur politikari dripin framman fyri børnunum

Mohamed Brahmi - ein framstandandi andstøðupolitikari í Tunis - varð í morgun dripin av skotum uttan fyri hús síni í Ariana fyri eygunum á konu og børnum, siga TAP tíðindastovan og tunesiska ríkissjónvarpið.

Brahmi var í leiðsluni á tjóðskaparliga flokkasamtakinum Fólksins Rørslu. Hann fanst alment at islamistisku stjórnini og var ein av limunum á vinstravonginum í ráðnum, sum skal orða nýggja grundlóg.

Mohamed Brahmi varð raktur av 11 kúlum. Vitni siga, at teir báðir ókendu gerningsmenninir rýmdu á motorsúkklu, skrivar TV2.

Ógvusliga drápið fekk í dag túsundtals tunesarar at mótmæla í fleiri býnum og framman fyri innanríkisráðið í høvuðsstaðnum í Tunis. Tey krevja, at stjórnin fer frá.

- Niður við islamistisku stjórnini, er kravið frá teimum mótmælandi.

Stjórnarflokkurin, tann islamistiski Ennahda, fordømir á facebooksíðu síni drápið, sigur dpa tíðindastovan.

Fyri hálvum ári síðan varð ein annar andstøðupolitikari - Chokri Belaid - dripin, og tá vóru eisini mótmæli fleiristaðni í landinum.

Ein ráðharri segði í gjár, at myndugleikarnir hava funnið teir, sum skipaðu fyri, at Chokri Belaid varð dripin.

Skuldseta stjórnina

Systir Mohamed Brahmi skuldsetir stjórnina fyri at standa aftan fyri morðið.

- Ennahda drap bróður mín, sigur Souhiba Brahmi.

Einkjan eftir vælumtókta andstøðuleiðaran, Mbarka Brahmi, sigur, at lógleysa harkaliðið hevur dripið fríu røddina hjá Brahmi - uttan tó at nevna, hvønn hon heldur hava ábyrgdina av drápinum.

Aðalverkfall í morgin

Morgindagurin er ásettur sum sorgardagur fyri Mohamed Brahmi, siga landsins myndugleikar.

Størsta fakfelagið í Tunesia, UGTT, hevur boðað frá aðalverkfalli í morgin, skrivar dr.dk.

Hóast drápsmenninir ikki eru handtiknir enn, er illgruni um, at hernaðarligi islamistar standa aftanfyri.

Islamistiskar atgerðir eru vorðnar alsamt fleiri í Tunis síðan kollveltingina í januar 2011, tá Zine al-Abidine Ben Ali forseti varð frákoyrdur.

Navi Pillay, ST-hákommisserur í mannarættindamálum, fordømir drápið á Mohamed Brahmi og krevur, at málið verður kannað.

- Eg eri skelkað og hørm av tíðindunum um, at Brahmi er dripin, sigur hon í yvirlýsing.

Hon heitir á myndugleikarnar um at seta kanning í verk við fullum gjøgnumskygni, so at tey, sum gjørtu hetta brotsverkið, verða revsað fyri tað.

Myndin: Løgreglan í Tunis í ferð við at kanna bilin hjá myrda andstøðuleiðaranum (foto: Scanpix)