Sum vit skrivaðu her á in.fo fyrr í dag, so eru ongar ætlanir í samferðslumálaráðnu um at gera metrotunlar til útoyggjar, soleiðis, sum Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir spurdi um í skrivligum fyrispurningi til landsstýrismannin, sum hann hevur svarað í Løgtinginum í dag.
Hann vísti í svarinum á, at samferðslunetið er væl útbygt, og at ítøkiligar ætlanir eru um at byggja nýggj skipa til útoyggjarnar, sum fara at bøta munandi um sambandið.
Til tað vísir løgtingskvinnan á, at sambandið við útoyggjar í dag er mangan óstøðugt vegna verður og viðlíkahald av lendingum og ferjum, sum hava avlýsingar við sær.
– Vit vita eisini, at veðrið kunnu vit einki gera við. Men pláss eigur at vera fyri nýhugsan viðvíkjandi samferðslukervi og ferðasambandinum, sigur hon.
Hon heldur, at viðlíkahaldið kann við undirsjóvartunli gerast væl minni av tí, at eingin ferða ella lending skal viðlíkahaldast ella skriftast út, og harvið eru sparingar við manning og starvsfólki.
– Við undirsjóvarbreytum fer sambandið til útoyggjar at gerast støðugari og munandi betrað, heldur hon.
Og tað landsstýrismaðurin sigur, at ein nýggja ferja loysir trupulleikan, so er hon als ikki samd. Hon heldur ikki, at ein nýggj ferja í staðin fyri eina gamla slitna ferju bøtir so nógv um samferðsluna.
– Hetta ger ikki samferðsluna betri og støðugari, og tað er í øllum førum eingin nýhugsan at byggja eina nýggja ferju fyri eina gamla.
– Tað kostar óteljandi milliónir at endurnýggja tað gamla, og um nøkur ár eru vit aftur í sama stað, og so skal alt endurnýggjast enn einaferð, sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, sum eisini vísir á, at viðlíkahaldskostnaðurin verður minimeraður.
Hon heldur, at hendan støðan kann broytast, tá skilsemi í at gera undirsjóvarbreytir vísir seg at vera betri og bíligari sum frá líður.
– Uppskotið, sum eg her hugsi um, er har koyrt verður beint inn í tunnilin. Um vit samanbera við metroina í Keypmannahavn, sum er tvísporað, so verður undirsjóvarbreytin til Nólsoyar eittsporað. Har verða ongar tokstøðir, bert løðistøðir í báðum endum og einfaldir metrovognar, sigur hon.
Hon sigur, at tað ber ikki til at gera metrostøðir sum í Keypmannahavn, við nógvum fínum rullitrappum og lyftum fleiri hæddir niður í jørðina, og sum eru nógv størri og nógv meiri fjøltáttaðar, enn hugsanin er við Nólsoyarleiðini.
– Eg hugsi um, at tað verður koyrt beinleiðis inn í tunnlin, eins o við verandi tunlum, og at undirsjóvarbreytin verður ómannað, eins og »Københavns Metro«.
Hon heldur als ikki, at tað ber til at samanbera undirsjóvarbreytina til Nólsoyar og útoyggjar í Føroyum við »Eurotunnel«, sum er undir Ermasundi millum ONgland og Frakland.
– Har verður skotið heilt við síðuna av. Í Eurotunnel eru tveir stórir jarnbreytartunlar til bilar og flutningstok og ein tænastutunnil. Tunlarnir eru 50,5 kilometrar langir, harav 38 kilometrar eru undir sjónum. Øll hesi tølini skulu faldast við trý, sigur hon.
Hon vísir á, at ein tunnil av hesum slag til útoyggjar hevur eitt tvørmát upp á 6 metrar.
– Sandoyartunnilin hevur eitt tvørmát upp á 9,5 metrar og kostar umleið 1,3 milliard krónur, har asfalt og ljós er ein stórur partur av kostnaðinum, sigur hon.
– Árligi raksturin til útoyggjar var 30 milliónir krónur um árið í 2014.
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur hevur spurt seg fyri hjá serkønum, sigur hon, sum í niðurstøðu og kostnaðarmeting.
Har hevur hon fingið at vita, at hetta uppskotið av kostnaði av undirsjóvarbreyt til Nólsoyar, har farleiðin er frá Bursatanga í Havn til Nólsoyar, har er støði er tikið í kostnaðinum á Sandoyartunnlinum, ið eru tey nýggjastu tøluni vit kenna til í Føroyum.
Kostnaðurin er 3.333 kr. pr. rúmetur ella 117.647 kr. pr. metur. Tinnilin er 9,5 m breiður og hæddin er 4,5 m ella 35,3 rúmetrar fyri hvønn metur. Longdin er 10,8 km og kostar 1.276 mia. kr.
– Hugsa vit um aptering í tunnlinum til Sandoyar, so er at fáa eyga á, at tunnilin er asfalteraður til ein tveyðsporaðan veg til bilar, beton-bilverja er á báðum síðum, og tunnilin er útgjørdur við nýmótans ljósum allan vegin.
– Tað ið vit ikki beinleiðis fáa eyga á, er øll framkomin téknisk útgerð í tunnlinum, so sum pumpu útbúnaður v.m.
Hon sigur um undirsjóvarbreytina til Nólsoyar, at serfrøði metir, at kostnaðurin av eini undirsjóvarbreyt til Nólsoyar kostar minni enn helvtina á Sandoyartunnlinum. Hetta tí, at ein undirsjóvarbreyt er einfaldari enn ein undirsjóvartunnil til bilar við tveimum sporum.
– Fyri tað fyrsta er tunnilin nógv stytri, og tvørmátið er nógv minni. Tunnilin er eittbreytaður, og vognurin er ómannaður.
Kostnaðurin fyri undirsjóvarbreyt er 3.333 kr. pr. rúmetur ella 81.653 kr. pr. metur. Tunnilin er 6,0 m breiður, og hæddin er 5,50 m ella 24.5 rúmmetrar fyri hvønn metur. Longdin er 5,4 km og kostar umleið 330 milliónir krónur.
– Trygdin verður við, at løðistøðir verða í báðum endum at løða motorin í vogninum, so ongar installatiónir hesum viðvíkjandi verða í sjálvum tunnlinum, vísir Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur á.
Hon sigur, at hugsað er, at jarnbreytaspor liggja á botninum á tunnlinum á grúsbotni og á jarnbreytarlunnum. Framvið hesum er rýmingarplattur, sum eisini verður til tænastu.
Einasta ljósið í tunnlinum er neyðljós sum loftljós oman á rýmingarplattinum, sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur í viðmerking til svarið frá landsstýrismanninum Dennisi Holm. Hon ger samstundis vart við, at tølini, sum hon nýtir, byggja á metingar hjá serfrøði.
Og tann metingin sigur, at ein ein slíkur tunnil í mesta lagi kostar 441 milliónir krónur, tá hann verður gjørdur fyri 81.653 krónur fyri meturin. Ein onnur meting er, at hann kann gerast fyri 40.827 krónur fyri meturin. Tá verður prísurin 220 milliónir krónur. Eitt miðalboð er, at tunnilin kann kosta 330 milliónir krónur.