Á stigatalvuni var tað ein týðandi grannauppgerð, tá ið Kyndil og Neistin brustu saman í SMS-deildini í kvøld.
Sí eisini:
Neistin og Kyndil skulu innheinta H71 í kvøld
Neistin hevði ikki vunnið á Kyndli í meira enn eitt kappingarár, og í eini roynd at broyta hesa gongd, var avrátt at mansverja Súnu Krossteig Hansen frá fyrsta bríksli.
Hetta tóktist at skaka Kyndil nakað, og tær grønu høvdu eisini trupulleikar við at sleppa ígjøgnum bláa verjugarðin.
Í fyrra hálvleiki snúði dysturin seg um vinstru bakkarnar. Ana Blagojevic gekk undan hjá Neistanum, meðan Turið Arge Samuelsen - sum spældi vinstri bakkur hjá Kyndli í dag - hepnaðist við sera nógvum.
Kyndil hevði hug at renna undan stutt fyri hálvleik, men Neistin helt framvegis fast, og tók eisini hálvleiksleiðsluna hjá Kyndli aftur stutt inni í seinna hálvleiki - serliga væl eydnaðist tað Neistanum at revsa Kyndil fyri at spæla uttan málverja.
Men Kyndil fekk fatur aftur, og miðskeiðis í seinna hálvleiki fóru tær grønu veruliga at økja.
Tað gjørdu tær upp í úrslitið, 30-21 til Kyndil, ið nú liggur undir liðini á H71 á stigatalvuni - Kyndil og H71 spæla nú sunnudagin klokkan 14.00.
Kyndil – Neistin 30-21 | |
SMS-deildin, 14/11/2019 | |
Málskjúttar Kyndils | |
Turið Arge Samuelsen | 12 |
Bára Krossteig Hansen | 6 |
Natasja Hammer | 6 |
Halla Skylv Midjord | 4 |
Bjørt Krossteig | 1 |
Karin Skylv Midjord | 1 |
Málskjúttar Neistans | |
Ana Blagojevic | 7 |
Gunnfríð Nólsoy | 5 |
Ingunn Kristina Persson | 5 |
Maja Dragobuljovic | 1 |
Hjørdis Viðstein | 1 |
Anna Clementsen | 1 |
Barbara Johannesen | 1 |
Støðan í SMS-deildini eftir kvøldsins dyst
Nummar | Lið | Dystir | V.m. | T.m. | Munur | Stig |
1 | VÍF | 9 | 249 | 198 | 51 | 14 |
2 | Kyndil | 8 | 214 | 146 | 68 | 12 |
3 | H71 | 8 | 212 | 185 | 27 | 12 |
4 | Neistin | 9 | 217 | 198 | 19 | 10 |
5 | Stjørnan | 9 | 225 | 240 | -15 | 8 |
6 | StÍF | 9 | 193 | 270 | -77 | 4 |
7 | VB | 8 | 169 | 242 | -73 | 0 |