Turið er tíðarinnar toppskjútti tá um eitt kappingarár ræður

Turið Arge Samuelsen megnaði at skjóta heili 279 mál hetta farna kappingarárið í SMS-deildini

Turið Arge Samuelsen mátti taka til takkar við tveimum silvurheiðursmerkjum í SMS-deildini og í Faxe Kondi kappingini.

 

Tó fall hon saman við liðfeløgunum við æru, tá hon og liðfelagarnir í Kyndli í triðu FM-finaluni taptu tepurt 24-25 fyri H71 í triðu og avgerandi finaluni í Hoyvíkshøllini.

 

Turið kann tó finna ein ugga í, at staðfestast kann, at hon er tíðarinnar toppskjútti fyri eitt kappingarár í bestu kvinnudeildini. 

 

Turið skoraði ikki færri enn 279 mál í SMS-deildini farna kappingarárið. Tað er eitt snitt upp á 10,7 mál pr. dyst.

 

Annars vóru aðrir skjúttar hjá øðrum liðum, ið eisini gjørdu tað framúr, men tað var bara Maria P. Nólsoy hjá Neistanum av hinum, ið megnaði at koma uppum 200 mál.

 

Annars var Jana Mittún við 79,7 prosentum mest effektivi skjúttin. Spennandi verður at fylgja gongdini hjá henni í Viborg í bestu donsku deildini framyvir.

 

HandballStatz Føroyar hava gjørt eitt snøgt yvirlit við fimm teimum bestu málskjúttunum í SMS-deildini:

 

##med2##

 

Mynd: HandballStatz Føroyar