Turkaland skal taka støðu til svenskan Nato-limaskap

Nú hevur tað ofta ljóðað, at turkiska tjóðartingið fer at taka støðu til svenskan Nato-limaskap, og nú verður aftur sagt, at støðan verður tikin í hesi vikuni

Nato-aðalskrivarin, Jens Stoltenberg, vil, at Svøríki eisini verður limur í verjusamgonguni, Nato.

Enn einaferð veit Reuters at siga, at turkiska tjóðartingið fer at taka støðu til, um landið skal loyva Svøríki at gerast limur í Nato.

 

Sambært Reuters, sum endurgevur Bloomberg, veit ein kelda í turkiska tjóðartinginum at siga, at viðgerðin av svensku umsóknini byrjar í morgin, týsdagin.

 

Fyri tíð síðan gjørdist Finnland limur í Nato, og Finnland er soleiðis limaland í verjusamgonguni nummar 31.

 

Svøríki og Finnland søktu um limaskap samstundis, men tað hevur ikki gingið sum eftir ánni hjá Svøríki at fáa sín limaskap upp á pláss.

 

Fyri at taka upp nýggj limalond í Nato, skulu øll verandi limalond í verjusamgonguni vera samd um upptøkuna. 

 

Trupulleikin hjá Svøríki er, at tvey av limalondunum, harav Turkaland er annað, hava ligið í buktini og liggja framvegis í buktini fyri svenskum limaskapi.

 

 

 

Nato-aðalskrivarin, Jens Stoltenberg, vil, at Svøríki eisini verður limur í verjusamgonguni, Nato.