HZ-gravimaskinur høvdu bíligasta boðið upp á rundkoyringina í Miðvági, og sigur seg kunna gera arbeiðið fyri umleið 1,1 millión, hóast arbeiðið er mett til 1,6 millión krónur.
Hini boðini lógu frá 1,3 milliónir til 1,8 milliónir krónur.
Bíligasta boðið upp á kanaliseringina í Streymnesi, áttu Hans Egil Joensen og synir, sum siga seg kunna gera arbeiðið – sum er mett til 3,2 milliónir krónur – fyri helvtina av metta prísinum, sum altso er 1,6 millión krónur.
Hini boðini liggja millum 1,7 og smáar 4 milliónir krónur.
Hetta upplýsir heimasíðan hjá Landsverki, sum nú fer at taka støðu til innkomnu boðini.