Kommunuviðurskifti
Tvøroyri: Spurningurin um at leggja kommunur saman, hevur verið nógv frammi seinastu árini.
Rákið er tann vegin, at kommunur verða lagdar saman og tað er eisini hent í fleiri førum.
Eisini í Suðuroy hevur spurningurin verið viðgjørdur.
Men nú tekur Tvøroyrar Kommuna eitt ítøkiligt stig fyri at reisa spurningin ímillum borgararnar í kommununi.
Og helst fer hetta eisini at kynda uppundir orðaskiftið ímillum manna um, hvussu nógvar kommunur skulu vera í Suðuroynni.
Á býráðsfundi í seinastu viku, samtykti Tvøroyrar Býráð at at senda út spurnarbløð til allar veljarar í kommununi við nøkrum spurningum um kommunuviðurskifti.
Sostatt fara ímillum 1300 og 1400 veljarar í Tvøroyrar Kommunu í næstum at fáa spurnarblað frá kommununi, har tey verða biðin um at siga sína hugsan um, hvussu nógvar kommunur skulu vera í Suðuroynni.
Kristin Michelsen, borgarstjóri, væntar, at spurnarbløðini verða send út í næstu viku og miðað verður ímóti at fáa tey innaftur fyri árslok.
Spurnarbløðini eru dulnevnd, so nøvnini á teimum, sum svarað, verða ongastaðni skrásett.
Vegleiðandi fyri býráðið
Á spurnarblaðnum verða fólk spurd um tey halda, at Suðuroyggin skal vera ein kommuna, um hon skal vera tvær kommunur, ein í syðru helvt og ein í norðaru helvt, ella um Tvøroyri framhaldandi skal vera ein kommuna fyri seg sjálva.
Samstundis verður spurt um aldurin á tí, sum svarar og um talan er um mannfólk ella konufólk.
Kristin Michelsen sigur, at býráðið tekur hetta stigið fyri at hava okkurt at hella seg til, tá ið býráðið skal taka støðu til spurningin - tí tað ivast hann ikki í, at býráðið kemur at gera, antin hetta býráðið, ella tað komandi.
?Hetta er so mikið stórt mál, at vit fara ikki at smoyggja eina avgerð niðuryvir bogarararnar, utta nat spyrja teir eftir fyrst, sigur hann.
Hann sigur, at hetta tískil er fyrsta stigið hjá býráðnum at lodda dýpið hjá borgarunum, men hann sigur, at áðrenn endalig avgerð verður tikin, verður eisini fólkaatkvøða.
? Tað má vera veljarin sjálvur, sum hevur endaligu avgerðina, sigur borgarstjórin.
Kristin Michelsen sigur, at tað, hann sær fyri sær, er, at landið leggur fleiri og fleiri málsøki til kommunurnar at umsita.
? Tað kann gerast trupult hjá hvørjari einstakari kommunu at umsita øll hesi málsøkini og tí sleppa vit ikki undan at viðgerða spurningin um at leggja kommunur saman, sigur borgarstjórin á Tvøroyri.
Endurreisa felagskommunu
Samstundis hevur eisini verið upp á tal at endurreisa felagskomununa í Suðuroy. Kristin Michelsen sigur, at Tvøroyrar Býráð hevur spurt allar kommunur um áhugi er fyri at endurreisa felagskommununa. Allar hava svarað játtandi, uttan Vágs Kommuna, sum ikki tekur undir við tí.
Hetta heldur Kristin Michelsen er spell, tí tað er nógv mál av felags áhuga, sum ein slík felagskommuna kundi viðgjørt.