Strandferðslan skal nú betala Tvøroyar kommunu heilar 15 milliónir krónur, íroknað mvg.
Tað staðfesti Føroya Rættur í gjár.
Talan er um rokningar, sum Tvøroyrar Kommuna hevur sent Strandferðsluni fyri havnargjald hjá Smyrli, men sum Strandferðslan ikki hevur viljað goldið.
Samstundis, sum Strandferðslan skal betala, hevur dómarin í Føroya Rætti skorið ígjøgnum í einum trætumáli, sum er ógvuliga grundleggjandi fyri Tvøroyrar Kommunu og allar aðrar kommunur í Føroyum.
Og tann avgerðin er, at ongi skip eru frítikin fyri at betala havnargjald, tá ið tær brúka føroyskar havnir.
Stríðst í fimm ár
Tað var heilt afturi í 2004, at stríð tók seg upp ímillum Tvøroyrar Býráð øðrumegin og Strandferðsluna og landsstýrið hinumegin um Smyril skal betala havnargjald ella ikki.
Stríðið tók seg upp, tá ið samferðsluhavnin á Karmbatanga varð tikin í nýtslu.
Landsstýrið tulkar lógina so, at tað er landið, sum eigur samferðsluhavnina á Krambatanga og tí skal Smyril ikki betala havnargjald.
Eisini verður víst á, at tá ið havnin í Drelnesi, sum kommunan átti, um sama mundi varð niðurløgd sum samferðsluhavn, fekk Tvøroyrar Kommuna 3,8 milliónir í endurgjaldi fyri mistar inntøkur.
Hinvegin hevur Tvøroyrar Býráð tvíhildið um, at Smyril og øll onnur skip skulu betala havnargjald fyri tær tænastur, tey fáa frá Tvøroyrar Havn.
Tað, sum skilst við Tvøroyrar Havn í hesum føri er tann parturin av fjørðinum, sum er innanfyri havnarmerkini.
Eitt nú vísir býráðið á, at kommunan hevur lógarfesta skyldu at hava eina tilbúgving, sum eisini Strandferðslan kundi fingið brúk fyri og annars stendst sama arbeiði av at fáa Smyril inn á fjørðin, sum tað er at fáa eitthvørt annað skip.
Hvørgin vildi víkja
Tá ið hvørgin parturin vildi geva seg, endaði málið í Føroya Rætti og har varð dómurin feldur á miðdegi í gjár.
Tvøroyrar Býráð legði nógv fyri í royndini at sannføra dómaran um at Smyril skal betala havnargjald. Í hesum sambandi vórðu bæði havnarumsjónarmaðurin á Tvøroyri, Chris Jan Michelsen, Jákup Lamhauge, havnarfúti í Runavík og Sigurð Simonsen, borgarstjóri í Fuglafirði og fyrrverandi langframaður í 30 ár, kallaðir í rættin at vitna.
Ongin av teimum vistu um, at ferðamannaskip vóru frítikin fyri havnargjald. Hinvegin vistu teir um, at skip, sum brúktu eina havn regluliga, fingu avsláttur, men tað var ein samráðingarspurningur.
Tvøroyrar býráð vísir eisini á, at av tí at landið eigur samferðsluhavnina á Krambatanga, verður Strandferðslan ikki kravt at gjalda brúgvagjald, sum hon eisini hevði skyldu at goldið, var talan um eina kommunala havn.
Tað einasta, allir partar kundu semjast um, er at havnin á Krambatanga er innanfyri havnarmerkini og er sostatt eisini ein partur av Tvøroyrar Havn.
Strandferðslustjórin, Bogi Mortensen, helt ikki, at kommunan veitir Smyrli nakra tænastu, ið rættvísger, at hon kann krevja havnargjald frá skipinum. Hann segði, at Smyril kann saktans sigla Trongisvágsfjørð uttan hjálp frá Tvøroyrar Havn og tað er ikki vanligt, at Smyril yvirhøvur er í sambandi við Tvøroyrar Havn.
15 milliónir
Men tá ið dómarin so vigaði fyri og ímóti kom hann til ta úrslit, at Tvøroyrar Kommunu fekk fult viðhald í, at Smyril skal betala havnargjald.
Og tað skal hann heilt aftur til 23. desember í 2004, tá ið ferjulegan á Krambatanga varð tikin í brúk.
Verður fult havnargjald roknað, er talan um eina upphædd upp á slakar 15 milliónir, sum Strandferðslan sostatt skyldar Tvøroyrar Kommunu.
Harafturat skal Strandferðslan betala Tvøroyrar Kommunu 17.110 krónur í sakarmálskostnaði.
Stórur sigur
Kristian Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri, fegnast um dómin í Føroya Rætti um, at Smyril skal betala Havnargjald.
Dómurin er ógvuliga prinsipiellur fyri allar kommunur, tí fingu Strandferðslan og landsstýrið viðhald, hevði tað merkt, at havnir mistu rættin at krevja havnargjald.
- So kundu øll skip, einsvæl og Smyril, noktað at goldið havnargjald og tað hevði tikið grundarlagið undan teimum føroysku havnunum.
Tí hevur ta prinsipiella í dóminum størri týdning enns sjálv upphæddin, sigur hann
Hann sigur, at nú liggur bólturin hjá Strandferðsluni og hjá landsstýrinum um tey skjóta dómin inn fyri landsrættin ella ikki.
Hin møguleikin er at Strandferðslan vendir sær til kommununa í eini roynd at finna eina semju um, hvussu nógv, Smyril skal betala í havnargjaldið.
Hann sipar til tað, sum vitnini í málinum søgdu, at tað var vanligt, at skip, sum brúktu eina havn regluliga, fingu avsláttur í havnargjaldinum, men at tað altíð var ein samráðingarspurningur.
Umhugsa støðuna
Bogi Mortensen, stjóri á Strandferðsluni sigur, at hann hevur kunnað vinnumálaráðið um úrslitið av dóminum, sum sigur, at Smyril hevur skyldu at betala havnargjald.
Hann sigur, at løgfrøðingarnir í vinnumálaráðnum fara nú at nærlesa dómin saman við løgfrøðinginum hjá Strandferðsluni og tá ið teir hava gjørt tað, verður støða tikin til um málið skal skjótast inn fyri landsrættin.
Og fyrrenn hann hevur fingið eina afturmelding frá politisku skipanini, vil hann ikki siga meir, tí tað, sum skal henda víðari, verður treytað av teirri avgerðini.
Men hann staðfestir tí so mikið, at skal Strandferðslan av við eina upphædd í havnargjaldi, verður neyðugt við eini eykajáttan, tí játtanin, sum stovnurin hevur, røkkur akkurát til dagliga raksturin