Ætlanin er at stovna handilsfelag á Tvøroyri í morgin Gongst sum ætlað verður eitt handilsfelag stovnað á Tvøroyri í morgin.
Suðuroyarportalurin skrivar, at stigtakararnir hava bjóðað til fundar í kantinuni í ítróttarhøllini í Trongisvági, har høvusspunktið á skránni er eitt uppskot um at stovna handilsfelag.
Fundurin byrjar kl. 18, og allir handlar á Tvøroyri eru vælkomnir á fund, siga stigtekararnir.