Tvøroyri: Topparnir sita eftir á Seglhúsloftinum

Topparnir í samgonguflokkunum fara ikki norður við Smyrli í kvøld.

Samgongan hevur tingast allan dag og allan gjár um smálutirnar í fiskivinnunýskipanini, sum hevur elvt til innanhýsis ósemjur í samgonguni. 

 

 

Neyvan er nakar ivi um, at nýskipanin av fiskivinnuni hevur lív ella deyð týdning fyri samgonguna, tí verður eingin nýskipan kann samgongan illa halda fram. 

 

 

Les eisini: Eidesgaard: Næstu tímarnir avgera lívið hjá samgonguni

 

 

Nú frættist av Tvøroyri, at eingin semja er funnin enn, og at topparnir í flokkunum fara at halda fram við at tingast um uppskotið og fara sostatt ikki norður við Smyrli í kvøld klokkan 18.30. 

 

 

 

- Vit eru komin í tíðarneyð, tí vit hava brúkt dagarnar at fara ígjøgnum allar smálutir í uppskotinum, og vit mugu bara staðfesta tað, at vit skulu brúka meira tíð, men annars hevur gingið væl, sigur Høgni Hoydal av Tvøroyri. 

 

 

Reportarar hjá in.fo av Tvøroyri siga, at tingfólk hava latið væl at tingingunum seinastu dagarnar, men eingin semja er komin, hóast samgongan lovaði, at ein semja varð kunngjørd í dag klokkan 17.00. 

 

 

Les eisini: Hoydal av Tvøroyri: Vænta ikki semju í kvøld

 

 

In.fo fylgir málinum í kvøld.