Útvístur fyri hurðasølu

Maðurin sum í leygardagin varð handtikin, fyri at selja blýantstekningar, var fyrrapartin sunnudagin í rættinum. Har varð hann útvístur úr Føroyum. Harumframt fekk hann 1000 krónir í bót. Eisini varð hald lagt á tær 24 myndirnar maðurin hevði og 200 kr., sum hann hevði fingið fyri søluna.

Maðurin var komin úr Íslandi við Norrønu saman við øðrum pólendingum. Hann sigur, at tey gjørdust ov sein til skipið, og tí máttu bíða eftir næsta farti.
Umframt at hava brotið lógina um hurðasølu, virkaði maðurin eisini í Føroyum uttan arbeiðsloyvi.
Løgreglan leggur ikki skjól á, at kvika og avgjørda handfaringin av málinum, hevur eitt fyribyrgjandi endamál.
Neyðugt er at steðga ólógligum virksemið millum ferðafólk beinanvegin. Ein annar av pólendingunum varð steðgaður av løgregluni fríggjadagin. Men tá vóru eingi prógv um sølu, og hann slapp tí við eini ávaring. Eisini hevur løgreglan fingið fráboðan um eina kvinnu, sum somuleiðis seldi myndir. Men hon er ikki handtikin enn.
Tann dømdi verður sendur avstað við flogfarinum hjá Atlantsflog í morgin árini. Úr Keypmannahavn verður hann sendur víðari til Póland.