Tvær føroyskar matstovur við á topp 250

Barbara hevur rættiliga vakt ans og Koks er heilt í toppinum

 

Enn einaferð hava vit fingið váttan fyri, at matstovuvinnan í Føroyum er í stórari menning.

Tað sæst, nú White Guide hevur kosið tær bestu matstovurnar í Norðurlondum.

 

White Guide er ein norðurlendskur matstovu-vegvísari og nú felagsskapurin í gjár hevur almannakunngjørt, hvørjar 250 tær bestu matstovurnar í Norðurlondum eru, eru tvær føroyskar matstovur eisini komnar upp á listan.

Ikki óvæntað er matstovan, Koks á Hotel Føroyum onnur føroyska matstovan við á listanum.

Koks her harafturat við heilt í toppinum. Hon er við á listanum yvir ”Masterclass” matstovur og hon er nummar 32 á listanum yvir 250 tær bestu matstovurnar í Norðurlondum.

 

Meiri óvæntað er tað at nýggja fiskamatstovan, Barbara, sum ikki læt upp fyrrenn i summar, longu hevur vakt so miklan ans, at hon hevur smoygt sær upp ímillum tær allarbestu matstovurnar í Norðurlondum. 

Barbara er á listanum yvir matstovur, sum eru ”Very High Class” og hon er nummar 174 á listanum yvir 250 tær bestu matstovurnar í Norðurlondum.

 

Á listanum eru annars 86 matstovur í Svøríki, 71 í Danmark, 43 matstovur í Noregi, 38 í Finnlandi, níggju í Íslandi, tvær í Føroyum og ein á Svaldbard.

Tey í White Guide staðfesta, at áhugin fyri norðurlendskum mati er ógvuliga stórur.

- Tey siga eisini, at tíðindini um tað livandi matstovuvinnuna í Norðurlondum, ferðast skjótt og í kjalarvørrinum á tí er eitt veksandi tal á ferðafólki.