? Kemur sjógvur í skipið á dekkið, so skipið fær slagsíðu, eru vit fangað sum rotturnar í felluni. Tað er tann vissi deyði.
Ella kemur eldur í, er ongin vegur út. Tað verður eisini tann vissi deyði.
Manningin á okkara størsta strandfaraskipi, Smyrli, er sera ótrygg við viðurskiftini umborð.
Fyri einari tíð síðani vórðu tvær neyðutgongdir umborð á Smyrli sveisaðar aftur.
Tað fær nógvar av manningini á Smyrli at kalla skipið eina deyðsfellu.
Manningin hevur fleiri ferðir gjørt vart við, hvussu ótrygg hon er við tað, sum er hent, men tað er sum at sláa í eina dýnu: Teimum verður ikki ønt aftur.
Talan er um tvær neyðútgongdir niðriundir, á dekkinum, at tvær neyðutgongdir eru sveisaðar aftur.
Tað er á dekkinum ið koyggjurnar eru.
Fýra neyðútgongdir eru niðriundir, tvær har afturi og tvær har frammi, ein í hvørjum borði.
Men so varð gjørt av at gera tvær av teimum heilar við at sveisa tær aftur.
Har afturi er tann í stýriborð sveisað aftur og har frammi er tann í bakborð sveisað aftur.
Tað vil siga, at hjá ferðafólki inni á kømurum, hjá manningini, sum býr niðriundir og hjá teimum í maskinuni, eru møguileikarnir at sleppa til rýmingar í eini neyðstøðu avmarkaðir 50%.
Og hetta líkar manningini sera illa.
Nøkur av manningini, sum Sosialurin hevur tosað við, siga, at Smyril er blivin ein rættilig deyðsfella síðani hetta er gjørt.
Tey vilja ikki leggja navn til síni úttalilsi fyri ikki at koma illa fyri afturfyri at gera vart við hetta.
?Men støðan er tann, at vil illa til, er tað tann vissi deyði hjá øllum, sum eru stødd niðri undir, skuldi ein neyðstøða tikið seg upp.
Sagt verður, at kemur t.d. sjógvur í skipið, og tað legst á síðuna, sum tað fer at gera, um sjógvur kemur í tað, er eitt púra vist: At antin eru øll niðriundir har afturi báði manning, ferðafólk og maskinfólk, fangað í eini deyðsfellu, ella tey har frammi - alt eftir hvørja síðu, skipið leggur seg á.
? Tað verður tann vissi deyði, leggja tey afturat
Ella tak nú, at eldur kemur í skipið.
? Tá er tað so skjótt, at ikki slepst út ígjøgnum aðra neyðútgongdina fyri eldi og royki. Tvs, at kemur eldur í í ?skeivum borði?, er alt fólk, sum er niðri undir, fangað, og hevur ongan møguleika at sleppa út.
Støðan hjá fólkinum niðriundir verða ikki minni hættislig av, at tað tað eru tjukkar neyðhurðar fyri, sum verða lætnar aftur, antin automatiskt, ella við handamegi í eini neyðtøðu.
Øna ikki aftur
Manningn á Smyrli sigur, at tey hava fleiri ferðir gjørt vart við sína ónøgd.
Og tey hava eisini bðið um eina frágreiðing um, hví tvær so týdningarmiklar neyðutgongdir eru sveisaðar aftur.
? Men tað hevur verið sum at sláa í eina dýnu, tí ongin ønir okkum aftur, siga tey á Smyrli.
Men tey siga, at tey kunnu hugsa sær til, at hetta er gjørt fyri at tryggjað skipið, t.d. so at sjógvur ikki skal sleppa inn niðriundir.
? Tvs, at alt verður gjørt fyri at tryggja skipið. Men ?skít? verður við fólkinum. ? Fólkið skal drepast fyri at bjarga skipinum siga tey speiskliga av Smyrli. Tí legst skipið á tað borðið, har neyðutgongdin er stongd, ella kemur eldur í, eru vit deyð. Tað er ongin bøn, siga tey.
Tey siga, at tey hava gjørt vart við, at talan er um eina deyðsdellu, men tað verður bara ypt øksl og sagt, at hetta er fyri at bjarga skipinum.
Tey halda, at tað er stórur mótsetningur ímillum tey trongu skipakrøvini sum eru, og so at blokera tvær neyðutgongdir tí harvið verður fólkið offra fyri at bjarga skipinum.
Og tey halda eisini, at táið ein neyðutgongd var í hvørjum borði, ái har afturi og har frammi, má tað upprunaliga vera tí, at hildið var at tað var neyðugt fyri tryggleikan hjá fólkinum.
Annars siga tey avgjørt, at skipið er í fínasta standi, so tey halda, at tað er stórt spell, at tey skulu noyðast at hava slíkan ampa av eini neyðutgongd.
Tíverri hava vit ikki fingið nakra viðmerking, hvørki frá Skipasýninum, ella frá Strandferðsluni.
Á Skipasýninum var hvørgin sýnsmaðurin inni, og á Strandferðsluni var tekniski stjórin burturstaddur og stjórin varð upptikin.