Hetta er ringasta HM-avrikið hjá Brasil síðani 1990, tá teir taptu 0-1 fyri Argentina í HM-áttandapartsfinaluni.
Stóri brasilski miðilin, Globo staðfestir aftaná 1-2 tapið hjá Brasil fyri Noregi í HM-áttandapartsfinaluni í New Jersey: - Tapsrøðin móti Noregi heldur fram. Hesaferð hava teir (Noreg) eitt nýtt andlit. Haaland knústi brasilskan fótbólt upp á 10 minuttir í seinna hálvleiki. Haaland er ræðandi. Hann hevur ikki tapt ein einasta nærdyst móti brasilsku verjuleikarunum. Skrivar Globo.
Brasilski fótbóltstíðindamaðurin, Gustavo Poli skrivar: - Brasil hevði eitt vánaligt avrik, og hevði uppiborið at vera sent úr HM-endaspælinum. Brasil misnýttu málmøguleikarnar teir skaptu, tá er ein møguleiki hjá Endrick íroknaður. Noreg sá ikki út til at skula kýta seg so ræðuliga nógv, og teir skoraðu málini seint í dystinum. Skrivar Gustavo Poli.
Gamla svenska álopsstjørnan, Zlatan Ibrahimovic, ið er viðmerkjari hjá amerikonsku ítróttarrásini, Fox Sports hevur eisini rósur at bera Erling B. Haaland: - Tá leyvan er svong etur hon. Hetta norska liðið minnir meg um Svøríki í 1994. Lat okkum síggja um Noreg kann røkka líka langt sum Svøríki, ið endaði triðfremst í kappingini tá. Víkingarnir hava vunnið seg víðari. Okkum dámar at síggja Haaland. Hann spælir ikki ein dyst uttan at skjóta mál. Sigur Zlatan á Fox Sports.











