Gjáramorgunin um áttatíðina komu tvær fráboðanir um hálkuóhapp úr Sørvági, sigur vaktleiðarin á politistøðini í morgun.
Tað var sera hált á vegnum millum flogvøllin og bygdina. Í tveimum førum steðgaðu bilar á við vegjaðaran í brekkuni oman móti bygdini, tá tað var sum á kalvabaki.
Og í báðum førum, við lítlari løtu ímillum, rendi annar bilur á steðgaða bilin.
Talan var bara um smávegis materiellan skaða, sigur vaktleiðarin.
Vegurin var saltaður, so hálkan hvarv skjótt, so tað slapst undan fleiri slíkum óhappum.
Í morgun er aftur hált ymsa staðni kring landið, men tá vit tosaðu við vakthavandi vóru ongar fráboðanir komnir um óhapp.










