Lagnan hjá tveimum av teimum trimum norðurlondunum, sum eru við í HM verður avgjørd í dag.
Klokkan 15 skal Danmark royna seg móti Frankaríki, sum undan kappingini mundi teljast millum favorittarnar at vinna HM. Spælið hevur kortini ikki verið sannførandi, og danir eru tí ikki heilt uttan vónir.
Danir eru í eini góðari støðu, nummar tvey í bólkinum við fýra stigum, men teir mangla einans eitt stig fyri at tryggja sær víðari luttøku. Frankaríki hava longu tryggjað sær víðari luttøku í kappingini. Fyri teir snýr tað seg um ikki at tapa dystin og soleiðis tryggja sær fyrsta pláss í bólkinum.
Hin dysturin í bólkinum er millum Australia og Peru. Australia hevur eitt stig og hevur tí møguleikan at vinna seg víðari, um teir vinna móti Peru, samstundis sum Danmark tapir móti Frankaríki.
Í bólki D er støðan nógv javnari. Kroatia hevur vunnið bólkin, men øll hini trý liðini hava møguleikan at koma víðari. Nigeria er nummar tvey við trimum stigum, meðan Ísland og Argentina hava eitt stig hvør.
Ísland spælir móti Kroatia, meðan Nigeria spælir móti Argentina. Vinnur Nigeria, koma teir víðari. Endar javnt millum Nigera og Argentina, má Ísland vinna við minst tveimum málum, annars kemur Nigeria víðari.
Vinna bæði Ísland og Argentina, verður málúrtøkan teirra millum avgerandi. Har hevur Ísland sum er eitt mál betri málúrtøku, so Argentina má vinna við einum máli meiri enn Ísland, fyri at koma víðari.
Vinnur Ísland ikki sín dyst, má Argentina vinna móti Nigeria fyri at koma víðari, annars kemur Nigeria víðari.
Dystirnir hjá Danmark og Íslandi verða báðir vístir á stórskíggja í Vágsbotni. Danmark - Frankaríki byrjar klokkan 15, meðan Ísland og Nigeria spæla klokkan 19.