Stutt eftir midnátt vóru boð eftir løgregluni til eitt skeinkistað í Havn. Orsøkin var, at tveir persónar vóru ólátaðir uttan fyri skeinkistaðið.
Tað endaði við, at báðir vóru skuldsettir fyri brot á skilhaldsreglarnar, og teir fáa nú hvør sína bót sendandi. Eftir hetta var friður aftur, sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn.
Burtursæð frá hesum, so var annars friðarligt hjá løgregluni seinasta samdøgrið.











