Tveir fyrrverandi borgarstjórar í Vága kommunu 60 ár

Á býráðsfundinum í Vága kommunu í gjárkvøldið handaði Eyðdis Hartmann Niclasen, núsitandi borgarstjóri í Vága kommunu, tveimum fyrrverandi borgarstjórum heilsan frá kommununi umframt blómutyssi

Tann 22. september 2019 fylti Albert Ellefsen 60 ár. Albert Ellefsen hevur sitið í býráðnum í Vága kommunu síðan samanleggingina millum Miðvágs- og Sandavágs kommunur tann 1. januar 2009. Hann var fyrsti borgarstjóri í Vága kommunu valskeiðið 2009-2012.

Tann 22. desember 2019 fylti Rósa Samuelsen 60 ár. Rósa hevur verið virkin í kommunalpolitikki í nógv ár. Hon hevur áður verið borgarstjóri í Sandavágs kommunu og valskeiðið 2013 til 2016 var hon borgarstjóri í Vága kommunu.