Tveir kvinnudystir í Gundadali

NSÍ legði fyri við stórsigri í kommunuuppgerðini

Fýra av NSÍ spælarunum: Sara Samson Lamhauge, Lena Olsen, Rúna Olsen og Heidi Sevdal. Mynd: NSÍ

Hesa vikuna er fyrsta umfar í bestu deildini hjá kvinnum. Tveir dystir vera í Gundadali í dag. HB eigur heimavøll nú klokkan 12.15 ímóti Víkingi, og hálvantriðja tíma seinni fær B36 vitjan av KÍ.

 

Síðsti dysturin verður 2. páskadag, tá ið FC Hoyvík fer at spæla fyrsta landskappingardystin yvirhøvur í bestu deildini.

 

Fyrsti dysturin var mikukvøldið, tá ið NSÍ á heimavølli vann 7-0 ímóti Skála, sum fyri fyrstu ferð síðani 2012 er umboðað í bestu deildini. Frá 2013 og fram til í fjør høvdu tær á Skála felagslið saman við EB/Streymi, sum ikki longur er í bestu deildini.

 

Í stórsigrinum í kommunuuppgerðini skoraði Heidi Sevdal trý mál, og Lena Olsen skoraði tvey mál.

 

 

 

HB – Víkingur: Andras Frederiksberg kl. 12.15

 

B36 – KÍ: Jógvan Vest kl. 14.45

 

Mánadagin 2. páskadag

 

TB/FCS/Royn – FC Hoyvík: Fríði Stenberg Olsen kl. 15.00

 

 

 

NSÍ – Skála 7-0 (3-0)

 

Dómari: Annika Eliasen Breiðaskarð

 

1-0: Helga Mikkelsen 7.

 

2-0: Heidi Sevdal 24.

 

3-0: Heidi Sevdal 35.

 

4-0: Sjarlotta E. Joensen 49.

 

5-0: Lena Olsen 53.

 

6-0: Lena Olsen 59.

 

7-0: Heidi Sevdal 90.+3.

 

 

 

Fýra av NSÍ spælarunum: Sara Samson Lamhauge, Lena Olsen, Rúna Olsen og Heidi Sevdal. Mynd: NSÍ