Tveir ógvusligir jarðskjálvtar raktu Venezuela

Tveir ógvusligir jarðskjálvtar raktu í nátt norðara part av Venezuela og elvdu til stórar skaðar nær høvuðsstaðnum Caracas.

Íbúgvar í Caracas leitaðu sær út á gøturnar, eftir at tveir ógvusligir jarðskjálvtar raktu norðara part av Venezuela. Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix.

Fyrri jarðskjálvtin hevði styrkina 7,2, og stutt seinni rakti annar jarðskjálvti við styrkini 7,5, sambært amerikanska jarðfrøðistovninum USGS.

Miðdepilin var umleið 40 kilometrar vestan fyri stórbýin Valencia, nærindis Karibiska havinum. Skjálvtarnir kendust eisini væl í Caracas.

Sambært innanríkisráðharranum, Diosdado Cabello, eru fleiri bygningar rapaðir saman, og hús hava fingið stóran skaða.

USGS metir, at vandi er fyri umfatandi oyðileggingum og nógvum deyðum. Higartil er tó eingin váttað fráboðan komin um deyð ella særd.

Jarðskjálvtarnir raktu á tjóðarhalgidegnum í Venezuela, tá nógv fólk vóru heima. Íbúgvar í Caracas flýddu út á gøturnar, meðan bjargingarfólk og løgregla ryktu út.

Sambært Reuters hava summi mist bæði streym og internetsamband, og fleiri bygningar hava fingið rivur og aðrar skaðar.

Skjálvtarnir kendust eisini í Bogotá, høvuðsstaðnum í grannalandinum Kolumbia, sambært AFP.

Beint eftir fyrra jarðskjálvtan varð ávaring send út um møguliga tsunami í Puerto Rico og á Amerikonsku Jomfrúoyggjunum, men hon varð seinni tikin aftur.

 

Íbúgvar í Caracas leitaðu sær út á gøturnar, eftir at tveir ógvusligir jarðskjálvtar raktu norðara part av Venezuela. Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix.