Tveitti høggijarn eftir politinum

Mánanáttina um tvey tíðina fekk politistøðin í Havn vitjan av einum manni, ið var vápnaður á ein heldur óvanligan hátt

Løgreglutíðindi

Ein maður kom á vitjan á politistøðini í Havn mánanáttina. Hann bankaði á dyrnar, og vildi inn. Í hondini hevði hann eina ølfløsku, sum hann tveitti eftir løgreglumanni, men rakti ikki. Eisini hevði hann eina spann, sum var full av gróti. Frá politistøðini siga tey, at maðurin ætlaði at tveita hetta grótið eftir politinum.
Í spannini hevði maðurin eisini eitt høggijarn. Tað tveitti hann eisini eftir politinum, men heldur ikki í hesum føri rakti hann. Spannin innihelt eisini ein vatnkrana. Tað eydnaðist politinum at avvápnað mannin, og spannin varð tikin frá honum. Hann verður ákærdur fyri harðskap og líknandi á løgregluna.
Annars verður sagt av politistøðini í Havn, at friðarligt hevur verið um vikuskiftið. Onkur hevur verið og sovið rúsin av sær, men annars var ikki nógv á skránni.