Tað upplýsti svenska løgreglan sambært TT tíðliga í morgun.
Drongurin varð funnin stutt eftir klokkan eitt um náttina og varð síðani fluttur á sjúkrahús.
Sambært vaktleiðaranum hjá løgregluni, Andreas Schäufele, var drongurin eitt sindur niðurkøldur, men á lívi.
Lesið eisini: Herurin hjálpir í stórari leiting eftir tvey ára gomlum
Drongurin hvarv fyrrapart í gjár frá heiminum hjá familjuni í landnyrðingsparti av Svøríki, og síðani varð ein stór leiting sett í verk við løgreglu, heri, tyrlum, hundapatruljum og sjálvbodnum.
Løgreglan vil enn ikki siga, um illgruni er um nakað brotsverk.
##med2##












