Tvey fólk dripin í russiskum álopi á Ukraina

Í samband við ortodoksu páskirnar um vikuskiftið, er fráboðað ein vápnahvíld á 32 tímar millum Russland og Ukraina

Í russiskum álopum á Ukraina eru tvey fólk í nátt dripin í ukrainska økinum, Dnipropetrovsk.

 

Tað sigur leiðarin fyri hernaðarumsitingini um hesar leiðir sambært NTB-tíðindastovuni.

 

- Fíggindin leyp á trý økir í regiónini næstan 30 ferðir við dronum og øðrum vápnum.

 

Hernaðarleiðari er Oleksandr Ganzha, og hann skrivar um russiska álopið á Telegram.

 

Higartil hevur Russland ikki gjørt viðmerkingar til seinastu álopini á Ukraina - dagin fyri eina stutta vápnahvíld.

 

Leggjast kann aftrat, at í samband við ortodoksu páskirnar um vikuskiftið, er fráboðað ein vápnahvíld á 32 tímar.

 

Avtalað er millum stríðandi londini, at vápnahvíldin verður leygardagin frá klokkan 16, lokala tíð í Moskva.