Tvey nýggj lið í steypafinaluni

Í landskappingini tykist tað ikki vera nakar trupulleiki hjá B36, at lyklaspælarar eru burtur frá. Frástøðan til kappingarneytarnar øktist dýra biðjudag

Tað er ikki nakar eyðsýndur fyrimunur at hava heimavøll í steypakappingini. Tað varð staðfest sunnudagin, tá fjórðingsfinalurnar vóru á skránni. KÍ, GÍ, B68 og B36 vóru á heimavølli, tí tey høvdu staðið seg best í bólkaumfarinum, men tað var bara GÍ sum uttan nakran sum helst slingur í valsinum spældi seg í hálvfinaluna.

FS Vágar er aftast í 1. deild, men teir megnaðu at koma úr Klaksvík við atgongumerkjunum til hálvfinaluna í steypakappingini. VB kom av Svangaskarði við sannførandi sigri, og harvið hava teir vunnið allar tríggjar ferðirnar, sum teir hava verið norðanfyri og spælt í steypakappingini (í bólkaumfarinum vunnu teir bæði í Runavík og í Klaksvík).

Umframt KÍ og B68 so snávaði B36 eisini á heimavølli. Teirra fyrimunur var ikki so stórur, tí HB var eisini á heimavølli. Undirhaldsvirði í Gundadali var so mikið stórt, at viðhaldsfólkini hjá báðum havnarfeløgunum eru farin at gleða seg til 10. juni. Hesin dagur er leygardagur og hvítusunnuaftan, og sambært skipanina verður áttanda umfarið í landskappingini spælt henda dagin (hetta sama kvøldið er fyrsti dystuirn í EM endaspælinum á skránni).

2. hvítusunnudag eru seinnu hálvfinalurnar í steypakappingini á skránni. Fyrru dystirnir verða spældir hósdagin 1. juni. Tá skulu GÍ og FS Vágar, sum longu hava spælt tvær ferðir móti hvørjum øðrum í bólkaumfarinum, hittast í Gøtu, og HB og VB skulu spæla í Gundadali.


Søgan

HB er besta steypafelagið í landinum. Tá teir í 1998 vunnu løgmanssteypið, vunnu teir tað til ognar. Navnið á GÍ stendur tvær ferðir inngrivið í tað steypið, tí gøtumenn vunnu finalurnar bæði í 1996 og í 1997.

Vágbingar hava bara vunnið steypakappingina eina ferð ? í 1974. Tað longsta, teir eru komnir í kappingini um løgmanssteypið, var í 1997. Tá komu teir í finaluna móti GÍ, men vágbingar vórðu avhølvaðir. GÍ vann 6?0. Nú hava vágbingar eitt lið við fleiri royndum og við fleiri dygdum, enn teir høvdu ta ferðina, og tað er møguleiki fyri, at teir enn eina ferð fáa møguleikan móti gøtumonnum.

FS Vágar hevur í sínum seks ára langa lívið ikki verið í nánd av steypafinaluni. Úrslitini hjá teimum í bólkaumfarinum móti GÍ vóru góð, og tí er ikki ómøguligt at ímynda sær, at teir fara at røkka finaluni.

Undir øllum umstøðum er tað greitt, at tað vera tvey onnur lið, enn tað vóru í fjør, sum skulu spæla í steypafinaluni, sum verður sunnudagin 2. juli. Í fjør vann KÍ fyrstu aktiuna í nýggja løgmanssteypinum. Teir vunnu á B36.


B36 bara økir

Dýra biðjudagsumfarið í landskappingini var rokmikið á tann hátt, at bæði í Klaksvík og á Sandi sóu tveir spælarar ? ein frá hvørjum liði ? reyða kortið.

B36 fekk øll stigini á Sandi. Oddaliðið tykist vinna øll stigini, tá tað ríður um snarið, og at teir endaðu omaná í fyrstu royndini eftir at John Petersen var farin, og tá Jens Kristian Hansen eisini var burturfrá, ber boð um, at tað verður ógvuliga torført hjá hinum liðunum at fáa meistararnar frá 1997 aftur.

Munurn niður til hini liðini øktist, tí tað var felags fyri tey, sum royna at hanga í toppinum, at tey heil? og hálvkiksaðu. Toftamenn taptu í Klaksvík, og HB, sum framvegis ikki hevur tapt, noyddist enn eina ferð at ásanna, at vágbingar eru torførir at spæla ímóti. Javnleikirnir móti NSÍ og VB hava verið kostnaðarmiklir.

Onnur ár hava vágbingar lagt bragdliga fyri, men so eru teir farnir niður við nakkanum. Í ár tykist støðan vera øðrvísi. Burtursæð frá málverjanum, so búgva allir hinir spælararnir í Suðuroy, og um teir sleppa undan skaðum, so sigst at allir spælararnir vera við alt kappingarárið. Higartil hava vágbingar fingið stig í torføru útidystunum móti KÍ og HB, og um teir komandi sunnudag vinna í Sørvági, eru teir heilt væl fyri, áðrenn GÍ kemur suður.

VB hevur bara tapt á heimavølli móti B71. Tað tapið iðra teir seg um, og tað kann hugsast, at tann snuddurin fer at kenna serliga meinur seinni á árinum.

Gøtumenn tykjast hava fótað sær, meðan NSÍ ikki hevur megnað at liva upp til sannførandi fyrsta umfarið, tá teir vunnu í Klaksvík. Síðani tá hava teir bara fingið eitt stig ? á heimavølli móti HB.


Botnurin lætti sær á

Munurin millum tey í miðjuni og tey aftastu minkaði dýra biðjudag. Sumbingar, sum næstsíðst vóru avhølvaðir í Gundadali, vunnu á FS Vágar. Í fjør vann Sumba tveir dystir, og tað var nóg mikið at sleppa undan beinleiðis niðurflyting. Komandi sunnudag kemur B71 suður á Krossin, og tað kann fara at vísa seg, at úrslitið av tí dystinum fer at hava altstóran týdning fyri, hvussu kappingarárið fer at laga seg.

At FS Vágar er aftast, er ikki sambærtligt við tað, teir høvdu ætlað sær, tá teir fingu fleiri útlendskar spælarar og útlendskan venjara.

Eftir at nevna eru bara klaksvíkingar. Teirra støða er heilt margháttlig og vísir, at fótbóltur snýr seg um so nógv. Umframt alt tað fólkið, sum í fjør vann FM (Kurt Mørkøre kann ikki roknast uppí longur, tí hann hevur ikki verið við síðani í tólvta umfarinum í fjør), so hava teir fingið tríggjar jugoslavar og fleiri ungan spælarar, sum bjóða teimum eldru av í kappingini um plássini á besta liðnum. Men kortini gongur tað av skriðuni.

Komandu sunnudag skal KÍ í Gundadal at spæla móti oddaliðnum úr B36. Talan er um tey bæði liðini sum í fjør so at siga alla tíðina kappaðust um FM. Síðani tá hevur B36 mist nógvar lyklaspælarar, men teir eru oddalið. KÍ hevur fingið nógv fólk at styrkja seg við, og teir eru botnlið!