Tvey flogfør hjá Norwegian noyddust í kvøld at avbróta túrarnar.
Annað flogfarið hevði trýsttrupulleikar og umborð í hinum flogfarinum var eitt ferðafólk, sum ikki dugdi at uppføra seg millum onnur ferðandi.
Ólátaða ferðafólkið var í flogfarinum á veg av Gran Kanaria til Oslo, og hetta flogfarið noyddist at mllumlenda í Malaga í Suðurspania.
Her stóð løgreglan fyri ólátaða ferðafólkinum.
- Vit noyddust rætt og slætt at millumlenda, tí vit kundu ikki bjóða øðrum ferðandi hesar umstøður, sigur talsfólk fyri Norwegian við Verdens Gang.
Fyrr í kvøld noyddist eitt annað flogfar hjá Norwegian, sum var á veg av Rhodos til Stavanger, at millumlenda í Athen, eftir at trýstsensorar útloystu iltmaskurnar undir loftinum.
Tui, ið leigar flogfarið, sum lendi í Athen, sigur, at eitt annað Norwegian-flogfar varð sent avstað at flyta ferðafólkini heim til Noregs.











