Tað upplýsir amerikanska herleiðslan, Centcom, á sosiala miðlinum X.
– Amerikansku herdeildirnar eru framvegis til reiðar og klárar at verja seg móti iranskum ágangi, skrivar Centcom.
Fyrr sama dag skutu amerikanskar deildir fýra aðrar iranskar dronur niður og framdu álop á tvær radarastøðir í Iran. Eisini tá varð sagt, at dronurnar hóttu skipaferðsluna.
Iran svaraði aftur við at senda rakettir móti amerikonskum málum í bæði Kuwait og Bahrain. Sambært Centcom rakti eingin av rakettunum mál síni.
Spenningurin millum USA og Iran er vaksin nógv seinastu vikuna. Eftir at USA og Ísrael 28. februar fóru undir álop móti Iran, hevur Iran sett í verk eina forðing av skipaferðsluni gjøgnum Hormuzsundið.
Hormuzsundið er ein av týdningarmestu siglingarleiðunum í heiminum. Umleið ein fimtingur av allari olju, sum verður nýtt í heiminum, fer vanliga gjøgnum sundið.
Fyrr í vikuni sendi Iran eisini dronur og missilir móti Kuwait og Bahrain. Mikudagin varð ein terminalur á altjóða flogvøllinum í Kuwait raktur í einum dronuálopi, har minst 63 fólk vórðu særd, og eitt fólk doyði.
/Ritzau/











