Tvey stór fótbólts­sam­bond hava enn ikki tikið støðu til Infantino

UEFA og CONCACAF hava vent FIFA-forsetanum bakið, men í Afrika og Suðuramerika er framvegis tøgn.

Mótstøðan móti FIFA-forsetanum Gianni Infantino er vaksin nógv seinastu dagarnar, men tvey av teimum størstu meginlandssambondunum hava enn ikki alment tikið støðu.

 

UEFA og norður- og miðamerikanska fótbóltssambandið CONCACAF hava bæði gjørt greitt, at álitið á Infantino er farið eftir stríðið um ætlanina at selja partar av handilsliga virkseminum hjá FIFA til privatar íleggjarar. Eisini asiatiska fótbóltssambandið AFC hevur verið sera atfinningarsamt móti mannagongdini.

 

Hinvegin hava hvørki afrikanska fótbóltssambandið CAF ella suðuramerikanska CONMEBOL alment kravt, at Infantino skal fara frá.

 

Sambært Buster Emil Kirchner, sum hevur serkunnleika til afrikanskan fótbólt, kann tøgnin frá CAF hava samband við tættu bondini millum Gianni Infantino og forsetan í CAF, Patrice Motsepe.

 

Hann vísir á, at nógv afrikonsk fótbóltssambond eru bundin at fíggjarligum stuðli frá FIFA gjøgnum menningarætlanina FIFA Forward, og at hetta kann gera tað torført at leggja seg út ímóti FIFA-forsetanum.

 

##med2##

 

CAF hevur 54 limalond og er næststørsta meginlandssambandið í FIFA. UEFA hevur 55 limir.

 

FIFA telur 211 limalond, og tí krevjast 106 atkvøður fyri at fáa meiriluta á einum forsetavali.

 

Hóast UEFA, CONCACAF og AFC hava lagt trýst á Infantino, kann støðan hjá CAF og CONMEBOL gerast avgerandi, um stríðið um leiðsluna í FIFA heldur fram.

 

Her sæst, hvussu nógv limalond eru í ymsu heimspørtunum