Tvíburarnir Vár og Lív skulu spæla við Ajax

Talið av føroyskum hondbóltsleikarum, ið spæla uttanlands heldur fram at veksa

Mynd: Ajax

Tvíburarnir úr Hoyvík, Vár og Lív Bentsdøtur Zachariassen skulu spæla við Ajax í Keypmannahavn komandi kappingarár.

 

Ajax flutti niður úr bestu deildini farna kappingarár, so fyrsta kappingarárið hjá Vár og Lív við Ajax verður í næstbestu donsku hondbóltsdeildini.

 

Um hví tær hava valt Ajax siga Vár og Lív til facebooksíðu felagsins: - Eftir eina longri skaðafráveru eru vit spentar uppá at sleppa at venja aftur, og vit eru sera fegnar um møguleikan at sleppa at spæla fyri Ajax. Vit halda, at felagið kann bjóða eitt gott venjingarumhvørvið, har vit kunnu gerast partur av einum ambitiøsum liði og menna okkara hondbóltspæl. Siga Vár og Lív.

 

Um Vár og Lív sigur hjálparvenjarin hjá Ajax, Morten Grønmann við facebooksíðu felagsins: - Talan er um tveir dugnaligar leikarar, ið tíverri hava verið raktir av skaðum seinasta árið. Vit kenna tó teirra dygdir, sum vit eisini hava sæð á tí føroyska landsliðnum. Tær hava við sær tað klassisku, sterku venjingarmentanina við sær úr Føroyum, og vit gleða okkum til, at tær komandi summar gerast ein partur av hópinum hjá okkum. Sigur Morten Grønmann. 

 

Vár og Lív Bentsdøtur Zachariassen eru 22 ára gamlar. Tær hava spælt ávikavist níggju og tíggju A-landsdystir fyri Føroyar, umframt hópin av landsdystum á yngru landsliðunum.  

 

Tað legst aftrat við føroyskum leikarum, ið spæla uttanlands, og tað ganga valla nógv ár, at kvinnulandsliðið verður í somu støðu sum manslandsliðið, at allir leikararnir spæla uttanlands.

 

 

 

 

 

 

 

Mynd: Ajax