- Eftir teimum umstøðum, sum vóru, har tey vóru stødd, varð hildið vera skilabest at senda tyrluna eftir teimum. Tey sluppu ongan veg við egnari hjálp, sigur løgreglan. Mynd: Álvur Haraldsen.

Tyrla noyddist eftir gongufólki oman fyri Árnafjørð

Seinastu dagarnar eru útlendsk ferðafólk í trimum umførum komin illa fyri, tá tey fóru til fjalls í Føroyum.

 

- Eftir teimum umstøðum, sum vóru, har tey vóru stødd, varð hildið vera skilabest at senda tyrluna eftir teimum. Tey sluppu ongan veg við egnari hjálp, sigur løgreglan. Mynd: Álvur Haraldsen.

Um 16.30-tíðina í gjár fekk løgreglan eina fráboðan um, at eitt belgiskt par hevði gingið seg fast oman fyri Árnafjørð. Hett var á leiðini við elligamla tingstaðin, Katla, oman fyri bygdina.

 

Samstundis var hetta triðja hending seinastu dagarnar, har løgreglan gjørdist partur av málum um at fáa útlendsk ferðafólk, sum høvdu gingið seg føst - ella høvdu koyrt seg føst - oman aftur.

 

Vaktleiðarin á løgreglustøðini visti í morgun at siga, at í Árnafirði varð neyðugt at senda tyrluna eftir belgiska parinum, tí tey sluppu hvørki ein ella annan veg, har tey høvdu gingið seg føst. 

 

Klaksvíkar Sløkkilið var eisni boðsent, og tey høvdu eina dronu uppi, sum kundi leita eftir belgiska parinum, men løgreglan sigur, at tað var ein staðkendur í Árnafirði, sum fekk samband við parið.

 

- Eftir teimum umstøðum, sum vóru, har tey høvdu gingið seg føst, varð hildið vera skilabest at senda tyrluna eftir teimum. Tey vóru sum so ikki í neyð, men sluppu ongan veg við egnari hjálp, sigur løgreglan.

 

Lagt verður aftrat, at belgiska parið hevði tað eftir umstøðunum gott, men við tað, at tey høvdu verið eina góða løtu í fjøllunum, vórðu tey flutt á sjúkrahús til kanningar.

 

##med2##

 

Seinasta fríggjadag bað eitt par, sum ætlaði sær niðan á Slættaratind, eisini um hjálp. Tey høvdu leigað sær ein bil og høvdu koyrt niðan á fótin til Slættaratind, men her koyrdu seg føst í kava og bóðu um hjálp at sleppa omanaftur.

 

- Hesi sótu væl í bilinum og høvdu tað gott, tá hjálpin kom á staðið og fekk bilin leysan, soleiðis at tey kundu koyra oman aftur, sigur vaktleiðarin.

 

Leygardagin var enn ein slík hending, sum løgreglan eisini gjørdist partur av. Hesaferð var tað eitt danskt par, sum var á veg til gongu úr Tjørnuvík til Saksunar. Tá tey vóru komin umleið hálvan veg, kom mjørki á tey.

 

- Tilbúgvingin á staðnum varð sett í gongd, men áðrenn nakað meira hendi, lætti í. Mjørkin hvarv, og danska parið kundi í øllum góðum venda aftur til Tjørnuvíkar, visti vaktleiðarin at siga í morgun.

 

 

 

- Eftir teimum umstøðum, sum vóru, har tey vóru stødd, varð hildið vera skilabest at senda tyrluna eftir teimum. Tey sluppu ongan veg við egnari hjálp, sigur løgreglan. Mynd: Álvur Haraldsen.