Maðurin, sum fór útav á motorsúkklu í Ørðavíkarlíð Suðuroy seinnapartin í gjár, meiðslaði seg illa.
Løgreglan sigur, at tað, tey higartil hava fingið uppspurt, hendi óhappið, tá ið motorsúkklan skuldi yvirhála nakrar bilar.
Men í yvirhálingini, misti førarin tamarhaldið á teirri stóru motorsúkkluni, sum var 650 kubikk, og fór oman av vegnum.
Tá ið fólk kom til, varð beinanvegin greitt, at hann hevði brotið beinið
Sjúkabilur kom eftir manninum og flutti hann á Suðuroyar Sjúkrahús. Og har varð staðfest, at beinið var so mikið illa brotið, at boð vórðu beinanvegin send eftir tyrluni at flyta mannin á Landssjúkrahúsið.
Løgreglan sigur, at tey nú fara at kanna, hví óhappið hendi og í tí sambandi skulu allir partar, sum vóru uppií, avhoyrast, umframt vitni.