Tyrlan við bili til Vágarnar

Ein tyrla hjá Atlantic Airways varð leygarnáttina koyrd til Vágarnar til kravt eftirlit

TYRLA

At tað nú er komin undirsjóvartunnil til Vágarnar hevur nógvar fyrimunir við sær. Eisini hjá Atlantic Airways eru tey fegin um nýggja flutningsmøguleiknan.
Seint fríggjakvøldið varð ein tyrla hjá Atlantic boðsend til sjúkraflutning, tá ein drongur í Skopun var komin illa fyri. Veðrið var ringt og nógvur vindur var. Hetta gjørdi tað trupult at flúgva, og tyrlan mátti geva tað, hon kundi, fyri at koma leiðina fram til Havnar.
?Tá vandi er fyri, at tyrlan er yvirbelastað, so skal tyrlan ikki á flog aftur fyrr enn hon hevur verið til eftirlit, sigur Magni Arge, stjóri fyri Atlantic Airways.
Nú er kanska nærliggjandi at hugsa sær, at tyrlan flýgur seg sjálva til Vágarnar, har høli og umstøður eru til at gera tílík eftirlit. Men so var ikki.
Tyrlan fór í staðin við lastbili til Vágarnar ? gjøgnum undirsjóvartunnilin.
Magni Arge sigur, tyrlan skal ikki aftur á flog, sambært reglunum, og teir valdu tí at koyra hana til Vágarnar.