Í gjár sendi Nato tvey týsk Eurofighter-jagaraflogfør á veingirnar at eyðmerkja eitt russiskt eftirlitsflogfar, sum fleyg yvir Eystursjónum.
Der Spiegel veit at siga, at russiska eftirlitsflogfarið fleyg í altjóða loftrúmi yvir Eystursjónum - uttan at svara radiosignali, veit týska loftverjan at siga.
Sagt verður, at týsku flogførini vórðu send av Rostock-Laage-støðini, har týska verjan hevur flogfør klár til slíkar uppgávur.
Fyri fáum døgum síðan gjørdu trý russisk jagaraflogfør seg inn á loftrúmið hjá Estlandi, har teir vóru í tilsamans 12 minuttir.
Herfyri skeyt pólska loftverjan eisini niður fleiri russiskar dronur, sum komu í pólskt loftrúm.