U-19 tapti síðsta dystin stórt

Føroyska U-19 landsliðið hjá dreingjum í fótbólti hevur í hesum døgum tikið lut í Lyngby Cup í Danmark, og í gjár var seinasti dysturin á skránni, tá Føroyar møtti vertunum úr Lyngby.

 

Eftir eitt gott úrslit í næstseinasta dystinum, tá Føroyar vann 3-2 á B93, mátti føroyska liðið leggja rygg til stórtap í seinasta dystinum.

 

Úrslitið gjørdist ein sannførandi 7-1 sigur til vertirnar, eftir at teir høvdu verið á odda 2-0 í hálvleikinum.

 

Øssur Dalbúð skeyt einsamalla føroyska málið um miðjan seinna hálvleik, tá hann minkað um munin til 4-1.

 

Føroyska liðið henda dagin sá soleiðis út:

Hans Jørgensen (Petur á Roykheggi, 46.), Álvur Christiansen, Oddmar Færø, Torkil Kollsker, Erling Jacobsen, Rasmus Nielsen, John Hammer, Rógvi Poulsen, Øssur Dalbúð, Johan Ellingsgaard (Páll Klettskarð, 35.), Andre Olsen (Klæmint Olsen, 46 (Jann Martin Mortensen, 77.))