Tíðindaskriv:
Føroyska U12-Tennislandsliðið fyri gentur fer í hesum døgum til Eysturríkis at spæla Tennis Europe Winter Cups by Dunlop 2026, sum er evropeiska innandura kappingin fyri ungdómslandslið.
Luttøkan er søgulig fyri tennis í Føroyum og kemur í kjalarvørrinum av, at Føroyar eru vorðnar partur av Tennis Europe og ITF. Sybilla Viderø og Ása Ingadóttir Højsted eru úttiknar at umboða Føroyar. Venjari er Ingi Heinesen Højsted. Ferðin gevur spælarunum virðismiklar altjóða royndir og er eitt týdningarmikið stig at menna føroysk tennislandslið.
##med2##












