U15-dreingirnir stóra avbjóðing

Her eru teir, sum eru úttiknir

13. og 15. september skal føroyska U15-landsliðið við dreingjum spæla tveir venjingardystir ímóti Sveis. Dystirnir verða á Tórsvølli og við Djúpumýru í Klaksvík, skrivar FSF.fo.

 

Føroyska U15-landsliðið við dreingjum sleppur av álvara at royna seg í næstum, tá sveisiska U15-landsliðið kemur til Føroyar at spæla tveir venjingardystir.

 

Fyrri dysturin verður á Tórsvølli týsdagin 13. september, og tveir dagar seinni, hósdagin 15. september spæla liðini við Djúpumýru í Klaksvík.

 

- Hetta verður ein stór avbjóðing, og um hugt verður eftir styrkislistanum hjá FIFA fyri A-landslið sæst, at Sveis er nummar 18 í heiminum. Tí er einki at ivast í, at okkara dreingir av álvara sleppa at royna seg, sigur Eli Hentze við heimasíðuna hjá FSF.

 

Teir 18 spælararnir, ið U15-landsliðsvenjararnir hava úttikið til dystin ímóti Sveis, eru hesir:

 

Bjarti Vitalis Mørk, HB

Dánial Danielsen, NSÍ

Regin í Geil Jakobsen, HB

Aleksandur Ó. Jensen, B68

Børge Petersen, KÍ

Olaf K. Hansen, KÍ

Tórur F. Joensen, HB

Meinhard D. Geyti, NSÍ

Samuel Johansen Chukwudi, HB

Hjalti S. Samuelsen, 07 Vestur

Áki Hentze, 07 Vestur

Jónas Warner, B71

Símun Sólheim, HB

Kristian K. Hentze, B71

Petur Ovi Dam, HB

Leivur F. Guttesen, HB

Bárður Ó. Jensen, B68

Oddur í H. Petersen, 07 Vestur