U17 Dreingir: Taptu 3-0 ímóti Finnlandi

Eftir hava hava spælt tveir javnar dystir ímóti Onglandi og Norra, tapti føroyska U17-landsliðið í gjár greitt fyri Finnlandi, sum vann 3-0.

 

Sum heild var talan um ein javnan fyrra hálvleik, tá føroyska U17-landsliðið við dreingjum í dag spældi triðja og seinasta dystin í bólkaspælinum í NM-kappingini, sum í hesum døgum er í Hamar í Norra, skrivar fsf.fo.

 

Men eftir steðgin vaknaði finnlendingar av álvara, og tá dómarin bríkslaði fyri seinastu ferð, var støðan 3-0 til Finnland.

 

Føroyska liðið fekk ongantíð ordiligani gongd á sítt egna spæl, og høvdu sera torført at spæla ímóti finnlendingunum, ið tóktust sera ágrýtnir frá byrjan.

 

Stutt eftir steðgin gjørdist støðan 1-0 til Finnland, og næstu løtuna royndu okkara dreingir at trýsta, fyri at fáa útjavnandi málið. Men heldur øktu finnlendingar til 2-0 og síðani 3-0, og eftir triðja málið fór luftin fullkomuligani úr føroysku ballónini.

 

Í morgin hava leikararnir frí, og leygardagin verða plaseringsdystirnir spældir, skrivar Fótbóltssambandið.

 

Føroyska ferðalagið kemur aftur til Føroyar sunnudagin.

 

Føroyska liðið ímóti Finnlandi: Karstin Hansen – Hilmar Leon Jacobsen, Høgni E. Nielsen, Bartal Wardum, Jóhan Waag Høgnesen (75. min. Pól Fláaberg) – Betuel Hansen, Rói Olsen (75. min. Levi Jøkladal) – Teit Jacobsen, Petur Knudsen(65. min. Ari Krosslá Poulsen), Meinhard Olsen (75. min. Heri Mohr) - Jákup Ludvig Thomsen (65. min. Jan á Høgaryggi).

 

Á beinkinum uttan at koma inn: Símun Jóhan Wolles og Andrias Poulsen.