U17-dreingirnir taptu

Teir luttaka í hesum døgum í EM-undankapping í Írlandi.

Føroyska U17-landsliðið hjá dreingjum er í hesum døgum í Írlandi, har teir spæla EM-undankapping. Í undankappingarbólki teirra eru Írland, Skottland og Gibraltar.


Í dag varð fyrsti dysturin spældur. Hann var ímóti Skottlandi. Hóast tað sá gott út hjá føroysku dreingjunum í hálvleikssteðginum, tá ið støðan var 0-0, so skrædnaði eftir steðgin og Skottland vann greitt 4-0.


- Vit fingu eina keðiliga byrjan upp á seinna hálvleik. Skotar fáa tvey mál innan fyrstu fimm minuttirnar eftir steðgin, og restin av dystinum bleiv ein strævin mótbrekka. Okkara royndu hóast alt at stríðast, men megnaðu ongantíð at hótta skotska málið nakað serligt, sigur Áki Johansen, ið saman við Pól F. Joensen stendur á odda fyri U17-liðnum við dreingjum, við heimasíðuna hjá fsf.fo.


Næsti dystur hjá Føroyum verður mikudagin ímóti Írlandi.


Føroyska liðið ímóti Skottlandi:


1. Silas Eyðsteinsson (GK), 2. Ari Olsen, 3. Fannhard Skoradal, 4. Bjarni Petersen, 6. Svein Knút Magnussen, 7. Adrian Justinussen (16. Pætur Petersen, 65. min.), 8. Petur Knudsen (15. Hannes Agnarsson, 63. min.), 9. Teit Jacobsen (CAP), 10. Jákup B. Andreasen, 11. Janus S. Samuelsen (13. David Muller, 76. min.) og 18. Eyðstein Zachariassen.

Óbrúktir leikarar:12. Bárður á Reynatrøð (GK), 5. Mórits H. Mortensen, 14. Jóhan W. Høgnesen og 17. Jóhann Gaardbo.