Føroyska U17 landsliðið er í hesum døgum í Malta fyri at taka lut í menningarkapping.
Fyrrapartin leiktu Føroyar móti Gibraltar. Aftaná vanliga leiktíð stóð á jøvnum. Jóel Tróndargjógv skoraði føroyska málið í 51. minutti. Tá eitt korter var leikt av dystinum legði Gibraltar seg á odda 1-0. Føroyar vunnu tó brotssparkskappingina 4-3, og fingu sostatt eitt eyka stig.
Kelda: FSF