U19 EM undankapping: Møta Frankaríki, Ungarn og Bulgaria

EM-undankappingin verður í Ungarn frá 12. til 18. novembur

Mynd: Sámal Clothier

FSF skrivar:

 

Føroyska U19 landsliðið við dreingjum eri í bólki við Frankaríki, Ungarn og Bulgaria í EM undankappingini, sum verður í Ungarn frá 12. til 18. novembur

 


Trý spennandi – men eisini sterk – mótstøðulond standa á dystarskránni, tá føroyska U19 landsliðið við dreingjum frá 10. til 19. novembur fer til Ungarn, har EM undankapping er á skránni.

 

Umframt Føroyar og vertslandið, eru Frankaríki og Bulgaria eisini í bólkinum.

 

Fróði Benjaminsen er venjari hjá U19 dreingjunum, og saman við Rasmusi Nolsøe, ið er hjálparvenjari, hevur Fróði úttikið 18 spælarar til uppgávuna í Ungarn.

 

Og av teimum eru tveir, ið hava fingið nakra minuttir á U21 landsliðnum. Talan er um Dávid Reynheim og Aron Benjaminsen, sum spæla fyri ávikavist Torino FC í Italia og Kristiansunds BK í Noregi. Triðji útisetin í hópinum er Dánial Mørkøre, sum spælir fyri Vejle BK í Danmark. Skrivar FSF. 

 

Hópurin:

Rasmus Helgason, 07 Vestur

Torkil Skála, AB

Sjúrður Henriksen, AB

Djóni Sivertsen, B36

Dennis Anghel, B36

Tróndur Sjúrðarsson, FC Suðuroy

Jógvan í Lon, HB

Aron Benjaminsen, Kristiansunds BK (Noreg)

Josva Signarsson, NSÍ

Benadiktus Olsen, NSÍ

Páll Muller, KÍ

Dávid Reynheim, Torino FC (Italia)

Mattias Dahl Djurhuus, TB

Arnór Brandsson, Víkingur

Jósef Ólavsson Gleðisheygg, Víkingur

Jens Eiler Samsson, Víkingur

Dávid P. á Líðarenda, Víkingur

Dánial Mørkøre, Vejle BK (Danmark)

 

Dystarskráin:

12. nov. Frankaríki – Føroyar (kl. 12:00)

15. nov. Ungarn – Føroyar (kl. 17:00)

18. nov. Føroyar – Bulgaria (kl. 16:30)

 

Mynd: Sámal Clothier