Føroyska U19-manslandsliðið hevur eina risastóra leiðslu í hálvleikinum móti Burundi í HM-endaspælinum í Kroatia.
Føroyar eru á odda 30-8. Føroyar hava skorað upp á 68 prosent av málmøguleikunum, og Burundi hevur skorað upp á 25 prosent av sínum málmøguleikum.
Sasha Lacok í málinum hevur eitt bjargingarprosent upp á 63 prosent higartil.
Burundi er eitt veikt lið. Men hini bæði liðini í bólkinum eru sterk. Iran og Svøríki leiktu fyrr í dag javnleik 26-26. Svøríki var á odda 12-9 í steðginum.
Málskjúttar: Óli Mittún 8/9, Óla Jákup Gaard Olsen 6/7, Jákup Egholm 5/7, Tróndur Johnsson 3/4, Búi Poulsen 2, Ísak Vedelsbøl 2/4, Trúgvi Hávardsson 1/2, Rókur Ziskason 1/3, Rói Hjaltason Seyer 1/3, Niklas Gaard 1/3.