U19-kvinnurnar spæla finalu sunnudagin klokkan 15

Finalan verður móti Spania

Sunnudagin klokkan 15 verður finalan í EHF Championship í Litava millum U19 kvinnulandsliðini hjá Føroyum og Spania.

 

Tá liðini hittust í bólkaspælinum vunnu sponsku kvinnurnar tepurt 29-28 (13-16).

 

Vinnarin tryggjar sær eitt pláss í U20 HM-endaspælinum komandi summar.  

 

Til ber at síggja dystin á ehftv.com, har ein má upprætta ein brúkara.