U19-landsliðið við gentum úttikið

Hesar 18 hava fingið U19 landsliðsboð

John Petersen og Ingun Hansen hava úttikið U19-hópin við gentum, sum um mánaðarskifti juni-juli skal taka lut í UEFA menningarkapping í Litava, skrivar fsf.fo.

 

U19-landsliðsvenjararnir hjá gentum, John Petersen og Ingun Hansen hava úttikið føroyska hópin, sum frá 26. juni til 2. juli skal taka lut í UEFA menningarkapping í Litava.

 

- Hetta er enn ein menningarkapping, og í mun til kappingina í apríl, so er henda kappingin fyri eldra árgangin. Loyvt er tó at nýta tríggjar av teimum somu yngru, sum vóru til hina kappingina. So hetta verður ein nokkso blandaður hópur - ellivu gentur eru føddar í 1998, fýra í '99, meðan tríggjar eru frá 2000 árganginum, fortelur John Petersen, landsliðsvenjari, um kappingina, ið nú stendur fyri framman.

 

Umframt Føroyar og Litava, vera hini bæði baltisku londini, Estland og Lettland eisini við í kappingini. Mett verður, at hesi londini eru á nøkulunda sama støði sum Føroyar, men tað kemur tó alt ann upp á, hvørjar árgangir tey velja at brúka. Kortini hava venjararnir góðar vónir.

 

- Eg haldi vit hava eitt rættuliga gott lið, so eg havi góðar vónir. Vit hava fleiri leikarar, sum eru profilar í heimligu kappingini, og so hava vit fleiri ungar, evnaríkar leikarar afturat. Helst koma vit eisini í ekstreman hita, men ta avbjóðingina taka vit við, sigur John Petersen við fsf.fo.

 

Tær 18, ið hava fingið landsliðsboð, eru hesar

Anna S. Hansen, EBS/Skála

Annika Dam, HB

Sólrun Thomsen, HB

Elisabet Vang, B36

Durita Hummeland, EBS/Skála

Hjørdis Rasmusdóttir, ÍF/Víkingur

Gudný Johannesen, KÍ

Durita Mikkelsen, EBS/Skála

Silja Róin, B36

Rebekka K. Olsen, Varde IF (DEN)

Amanda Johannesen, KÍ

Jónvá Hentze, HB

Erla Christiansen, KÍ

Rebekka E. Danielsen, FGI Stavanger (NOR)

Ása á Reynatúgvu, HB

Evy á Lakjuni, KÍ

Julia N. Mortensen, TB

Sarita Mittfoss, B36