U19-landsliðið tapti stórt fyri Póllandi

U19-landsliðið tekur í hesum døgum lut í fýraliðskapping í Slovenia

Mynd: FSF

Føroyska U19-landsliðið tekur í hesum døgum lut í einari kapping millum Slovenia, Aserbadjan og Póllandi. Kappingin fer fram í Slovenia,.

 

Ígjár taptu Føroyar 0-6 fyri Póllandi. Póllendingar skoraðu fyrstu trý málini fyrstu 23 minuttirnar av dystinum. Í seinna hálvleiki skoraðu teir trý mál innanfyri sjey minuttir.

 

Leygardagin spæla Føroyar móti Aserbadjan. Mánadagin verður Slovenia mótstøðuliðið.

 

Fyrstu 11:

1 Torkil Skála (M)

2 Silas B. Joensen

3 Dávid P. á Líðarenda

4 Jákup Olsen

5 Jósef Ólavsson Gleðisheygg (L)

6 Arnór Brandsson

7 Mattias Dahl Djurhuus

8 Djóni Sivertsen

9 Páll Muller

10 Sjúrður Henriksen

11 Bogi á Reynetrøð

 

Kelda: FSF

 

Mynd: FSF