U20 EM: Spania sum var í bólki saman við Føroyum vann finaluna

Spania vann á Portugal í finaluni

Um nakar ivast í um innleiðandi bólkurin hjá Føroyum við mótstøðuliðunum, Spania, Fraklandi og Sveis í U20 EM-endaspælinum í Slovenia var torførur, so er tað staðfest í kvøld, at okkara menn vóru í einum sera torførum innleiðandi bólki.

 

Spania, ið vann 36-30 (18-16) á Føroyum í innleiðandi bólki C hevur nevnliga vunnið U20 EM-endaspælið.

 

Í finaluni vann Spania 35-31 á Portugal. Í steðginum var Spania á odda 20-13.

 

Danmark vann bronsu. Í bronsudystinum vann Danmark 26-23 (15-11) á Týsklandi.

 

Svøríki gjørdist nummar fimm, Eysturríki nummar seks, Ísland nummar sjey og Noreg nummar átta.