Ungarn vann U20 EM - Val­dis Kal­nins skor­aði 104 mál í enda­spælinum

Føroyar endaðu á einum 12. plássi

Mynd: Eurohandball

Ígjár endaði U20 EM-endaspælið í manshondbólti, har Føroyar endaðu á einum heiðurligum 12. plássi, ið merkir, at okkara hava spælt seg til U21 HM-endaspælið komandi summar.

 

Ungarn vann kappingina við 34-32 sigri á Svøríki aftaná longda leiktíð. Aftaná vanliga leiktíð stóð á jøvnum 28-28.

 

Péter Gazsó var toppskjútti hjá Ungarn við 14 málum. Måns Fredriksson var toppskjútti hjá Svøríki við níggju málum.

 

Talan er um fyrsta EM-gullið hjá Ungarn í hesum aldursbólkinum. 

 

Lettlendska stórtalentið, 18 ára gamli Valdis Kalnins skoraði 11 mál í seinasta plasseringsdystinum móti Póllandi, ið Lettland vann 37-36 (19-17).

 

Valdis Kalnins endaði sostatt á 104 málum í hesum endaspælinum, ið er eitt met sum verður ringt at taka í framtíðini.

 

 

 

Mynd: Eurohandball