U21 EM: Sveis hevur eina stóra favorittstøðu móti Føroyum

Her eru oddsini upp á dystin Føroyar U21 - Sveis U21

Í kvøld skal føroyska U21-landsliðið royna at reisa seg aftur aftaná 0-6 stórtapið fyri Fraklandi í Klaksvík farna fríggjakvøld.

 

Klokkan 18 taka Føroyar í EM-undankappingarbólki C móti Sveis á Tórsvølli.

 

Føroyar hava níggju stig fyri fýra dystir, meðan Sveis hevur fýra stig fyri tveir dystir.

 

Sveis er kortini risastórur favorittur at vinna dystin. Tað vísa oddsini hjá altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á dystin.

 

Oddsini upp á føroyskan heimasigur liggja millum 9,00 og 12,10.

 

Oddsini upp á javnleik liggja millum 5,40 og 6,25.

 

Oddsini upp á sveisiskan útisigur liggja millum 1,19 og 1,27. 

 

HER eru oddsini:

 

##med2##

 

##med3##