Føroyska U21-manslandsliðið hevur fyri løtu síðani vunnið fimta dystin á rað. Føroyar vunnu í bólkafinaluni í Hannover 27-19 á Portugal, ið sannlíkt skal spæla fjórðingsfinalu móti Íslandi, meðan vit sannlíkt skulu spæla fjórðingsfinalu móti Serbia.
Føroyar vóru á odda 15-10 í steðginum. Avrikið var sannførandi í fyrra hálvleiki. Fyrstu løtuna í seinna hálvleiki gekk eitt sindur trekt við álopsspælinum, men so fingu okkara menn ferð á álopsspælið aftur, og so bleiv tað ein sannførandi 27-19 sigur.
Føroyska liðið skoraði upp á 55 prosent av málmøguleikunum.
Teir sum ikki hava fingið so nógva spælitíð í teimum undanfarnu fýra dystunum fingu møguleikan í dag, og teir tóku av møguleikanum. Hendan dystin sóu vit einki til Paula Jacobsen, Paula Mittún, Elias Ellefsen á Skipagøtu, Hákun West av Teigum og Ísak Vedelsbøl.
Mark Marcher-Lausen, venjari segði við KVF aftaná dystin, at hann og hin venjarin, Julian J. Johansen høvdu fult álit á, at teir sum vóru á vøllinum í dag fóru at greiða uppgávuna til fulnar.
Aleksandar Lacok, ið bjargaði 39 prosent av málroyndunum var valdur til dagsins leikara, og tað var væl uppiborið.
Málskjúttar: Bogi Hansen 8/14, Bjarni í Selvindi 8/15, Rói Ellefsen á Skipagøtu 4/7, Pauli Høj 2/2, Kristoffur Bjørgvin 2/3, Kristian Jensen 2/5, Brian Slyne 1/1.