Okkara íslendsku grannar møta Ungarn í hálvfinaluni í U21 HM-endaspælinum.
Hálvfinalan verður spæld í Max Schmelling høllini í Berlin, leygardagin klokkan 17.
Ungarn vann í kvøld 28-23 á Kroatia aftaná eitt framúr gott avrik í seinna hálvleiki.
Tað var javnleikur 13-13 í steðginum, men í seinna hálvleiki var Ungarn greitt omaná.
Máté Ónodi-Jánoskúti var toppskjútti hjá Ungarn við fimm málum. Zlatko Raužan var toppskjútti hjá Kroatia við sjey málum.