Venjararnir siga, at føroyski hópurin nýtti dagin í gjár til venjing og til at hyggja seg eitt sindur um í russiska høvuðsstaðnum, har teir millum annað vitjaðu á Reyða Torginum. Grátt var í veðrinum og regn, men lagið var gott. Leikararnir vóru sera glaðir fyri túrin, og løða nú av álvara upp til stóru uppgávuna.
Føroysku venjarnir Heðin Askham og Bill McLeod Jacobsen hava sett liðið til dystin í dag.
Hesir 11 byrja fyri Føroyar:
Hans Jørgensen, Jóhan Ellingsgaard, Rógvi Holm, Pól Jóhannus Justinussen, Heri Nesá, Kristoffur Jacobsen, Róaldur Jakobsen, Jóan Símun Edmundsson, Rógvi Poulsen, Christian Mouritsen og Finnur Justinussen.
Á beinkinum verða: Jóan Pauli Jacobsen, Torkil Kollsker, Dánjal Davidsen, Páll Klettskarð, Odmar Færø, Øssur Dalbúð og Steinarr Kamban.
Við á ferðini eru umframt Heðin og Bill, Brian Fossabrúgv, liðleiðari, Jón Harald Poulsen liðleiðari, Andras Gango málmansvenjari, Ísak Mikladal ferðaleiðari og Magnus á Stongum Formaður í landsliðsnevndini.
Dysturin móti Russlandi byrjar klokkan 13 føroyska tíð.